At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill
Vinna

Tann russiski vápnaframleiðarin Kalashnikov, sum er best kendur fyri automatrifluna AK-47, er komin inn í kappingina um super-elbilar – við eini stórætlan um at kappast við Tesla.

Tað skriva BBC og The Guardian.

Hósdagin var ein prototypa víst fram á framsýningini ARMY-2018 uttan fyri Moskva. Prototypan eitur CV-1. Talan er um eina ljósabláa retro: Bilurin er inspireraður av einum gomlum sovjettiskum hatchback frá 1970’unum nevndur »Izh Kombi«.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo