Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Á borgarafundi á Velbastað týsdagin 20. mars segði stjórin í J&K Petersen, Stein Olvur Petersen, at grótið, sum kom úr Eysturoyartunnlinum, kundi brúkast til bingjuhavnina í Tórshavn. Ein stórur partur av havnini kundi verið gjørdur úr hesum gróti, segði hann.

Somuleiðis viðgekk borgarstjórin, Annika Olsen, í samrøðu við útvarpið tann 21. mars, at grótið úr tunnlinum kundi verið brúkt til havnaútbyggingina, og at flutningsmøguleikin hevði verið umrøddur.

Borgarstjórin viðgongur sostatt, at tað, hon fekk at vita frá serfrøði og kaldbaksfólki í fjør – at grótið úr tunnlinum var  væl egnað til havnaútbyggingina – var rætt.

Men tekniska umsitingin á Vaglinum vísti áhaldandi á, at grótið kundi ikki brúkast. Tað sama gjørdi havnameistarin á fundi við Áhugabólkin í Kaldbak og Kaldbaksnevndina í Ingálvsstovu á Vaglinum fyrst í juni mánað. Tá fekk havnarmeistarin ein beinleiðis spurning: hví grótið úr tunnlinum ikki kundi brúkast til havnaútbyggingina í staðin fyri at leggja tað í fjøruna á Sundi. Tað kann ikki brúkast var svarið.

Tað, sum nú er komið fram, vísir, at tekniska umsitingin í Tórshavnar kommunu hevur rongt veruleikan.

Hon hevur drigið bæði politikkarar og kaldbaksfólk upp á tráð. Vit, sum búleikast við Kaldbaksfjørð, halda, at henda reinging er sera álvarsom og neilig fyri høvuðsstaðarkommununa. Hon eigur tí at fáa tær neyðugu avleiðingar, um fólkið í Tórshavnar kommunu aftur skal hava álit á kommununi.

Í staðin fyri at leggja fjøruna á Sundi – sum hevði fleiri náttúruvirðir –  undir grót, kundi tunnilsgrótið verið nýtt til Skansabryggjuna. Talan er um 500.000 rúmmetrar, sum tilsamans verða fyltir út á Sundi. Við tí útrokningarkostnaði, sum verður brúktur í sambandi við at spreingja grót, er talan um eitt virði, sum verkfrøðingar hava mett til fleiri ferðir tíggju milliónir krónur. Talið 40 mill.kr. hava verkfrøðingar nevnt.

Um Tórshavnar kommuna hevði hugsað umhvørvisliga og fíggjarliga skynsamt, hevði Tórshavnar Havn sloppið undan at sprongt hesa somu  grótmongd á Glyvursnesi. Tað merkir, at við hesi óskynsomu avgerð oyðileggur Tórshavnar kommuna bæði virðismiklu fjøruna eystanfyri Sundsá og eitt óneyðuga stórt øki í Glyvurshaganum.

Tá hoyringstilgongdin var í málinum at broyta byggisamtyktina eystanfyri Sundsá – fyri at kunna fylla grót í fjøruna og út á fjørðin – skrivaðu 98 prosent av íbúgvunum við Kaldbaksfjørð undir hoyringsskrivið. Hoyringsskrivið, sum varð latið inn 20. januar, mótmælti ætlanini á Sundi. Fólkið við Kaldbaksfjørð vildi varðveita fjøruna og náttúruna á Sundi. Men Tórshavnar býráð gekk ikki ynskinum hjá kaldbaksfólki á møti.

Tvørturímóti eyðmýkti kommunan kaldbaksfólk. Ein meiriluti í býráðnum samtykti tann 2. mars ífjør at broyta byggisamtyktina. Tann 27. apríl undirskrivaðu borgarstjórin, havnameistarin og kommunustjórin sáttmálan við tunnisfelagið um at taka ímóti grótinum og leggja tað á Sundi. Tá borgarstjórin í samrøðu við útvarpið tann 21. mars í ár sigur, at alt var longu farið ígongd, so tykist tað aftur vera ein roynd at rangsnúgva veruleikan.

Nú hevur Tórshavnar kommuna spurt fólkið í bygdunum fyri vestan, hvat tey halda, at grótið úr Sandoyartunnlinum skal brúkast til. Tað fegnast vit um. Men tað undrar mong okkara, hví borgarar í bygdunum norðanfyri í kommununi ikki verða virdir á sama hátt.  

Tað seinasta, sum alment er komið fram í grótmálinum, avdúkar framferð, sum helst kemur undir hugtakið manipulatión – reinging. Eisini avdúkar tað, sum fram er komið, at ósannindi er ikki eitt ókent fyribrigdi, tá kommunalar ætlanir skulu fremjast í verki. Somuleiðis avdúkar tað seinasta í málinum, at Tórshavnar kommuna virðir ikki náttúruvirði – hvørki á Sundi ella á Glyvursnesi – og brúkar óneyðugar milliónir krónur at gera seg inn á náttúruna og fólkið, sum býr við Kaldbaksfjørð.

Nú hevði tað sømt  seg fyri Tórshavnar býráð at givið fólkinum, sum býr við Kaldbaksfjørð, eina treytaleysa umbering.

Í Kaldbak tann 24. mars 2018

fyri Kaldbaksnevndina                                   fyri Áhugabólkin í Kaldbak

Finnbjørn Simonsen                                      Jóhann Mortenssen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo