Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

FSF: Tað er rættuliga kalt í lettlendska høvuðsstaðnum, Riga, í hesum døgum. Grasvøllirnir, ið ikki eru nógvir í tali her um leiðir, eru heldur ikki av teimum bestu. Og tað er einki at taka feil av, at hetta minnir eitt sindur um tað føroyska veðurlagið – tó eitt sindur kaldari. Men fyrireikingarnar hjá føroyska landsliðnum til dystin ímóti Lettlandi hava kortini gingið væl.

Hópurin kom til Riga seinnapartin mánadagin, og fram til dystin eru fimm venjingar á skránni. Allir spælararnir tykjast at vera væl fyri, og tað verður uttan iva eitt sterkt føroyskt lið, ið Lars Olsen og Jóannes Jakobsen fara at senda á vøllin ímóti lettum.

- Umstøðurnar her eru eitt sindur serligar, men tað kemst sjálvandi av, at her er øgiliga kalt og nakað av vindi. Men tað eru vit ikki heilt óvanir við, so saman um tikið gongur væl, og eg haldi vit fáa nógv burtur úr venjingunum, sigur Lars Olsen, landsliðsvenjari.

Dysturin millum Lettland og Føroyar byrjar klokkan 19:45, føroyska tíð. Tað er klokkan 21:45 lokala tíð.

Myndir frá venjingini fyrrapartin mikudagin kunnu síggjast her: Landsliðið / Venjing 04.10.2016

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo