Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Framsýningar

Sunnukvøldið 27. oktober kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju.

Heðin Kambsdal, listamaður, sýnir fram. Spyrja vit Heðin, hvaðani hann søkir sær íblástur til málningar sínar, svarar hann, at hann lítur út gjøgnum gluggan.

Henda sjón hugtekur hann soleiðis, at hann burtur úr henni fær myndevnir og íblástur til mangar av málningum sínum  - eitt nú hábærsliga fjallið ”Blábjørg”, sum hevjar seg yvir Fuglafjørð.

Í sambandi við framsýningina fer listamaðurin at greiða frá um myndlist sína.

Tónlist verður eisini. Heðin Kambsdal var hin fyrsti, ið sýndi fram, eftir at forkirkjan í Glyvra kirkju varð gjørd til listaskála fyri tíggju árum síðani.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo