Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Útlendis ítróttur

Issa Hayatou (69) er maðurin sum skal stjórna FIFA meðan Sepp Blatter (79) er suspenderaður.

Kamerunarin hevur sjálvur verið ákærdur fyri mutur, men var ongantíð feldur, skrivar VG.

Etiska nevndin í FIFA avgjørdi í dag at útihýsa FIFA-forsetan Sepp Blatter, UEFA-forsetan Michel Platini og aðalskrivaran í FIFA, Jerome Valcke, í 90 dagar.

Um ein tíma seinni komu so boðini, at tað verður kamerunarin Issa Hayatou sum verður ovasti leiðarin í FIFA næstu 90 dagarnar. Hann er forseti í afrikanska fótbóltssambandinum og hevur leingi virkað sum varaforseti í altjóða fótbóltssambandinum, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo