Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Onnur tíðindi

Sambært Sosialinum hevur KVF sett John Johannesen og Barbaru Holm í starv í seks mánaðir.

Barbara Holm er fyrrverandi blaðstjóri á Sosialinum, skrivar Sosialurin, og so hevur hon eisini verið kampanjuleiðari hjá Tjóðveldinum tvey tey seinastu valini.

John Johannesen er fyrrverandi løgtingsmaður og landsstýrismaður fyri hin føroyska vinstraflokkin, Javnaðarflokkin, og hevur eisini starvast á Sosialinum og í Kringvarpinum.

Helst er tíðin komin nú, at hesi bæði nýggju fólkini í Kringvarpinum, skulu fylla upp stóra (politiska) tómrúmið sum gjørdist eftir Liljan Weihe og Jan Lamhauge, tá KVF var um at missa sín identitet.

- Barbara Holm var kampanjuleiðari hjá Tjóðveldi, men har má eg bara siga, at tað er eitt professionelt arbeiði at líkna við at vera taluskrivari hjá einum landsstýrismanni. Slíkt eigur ikki at avmarka starvsmøguleikar frameftir, sigur tíðindaleiðarin í KVF, George L. Petersen, við Sosialin.

Tíðindaleiðarin hevur álit á at hesi bæði nýggju fólkini fara at brúka sítt sunna skil í arbeiðinum.

- Tað kann sjálvandi vera eitt sindur trupult, men hetta eru professionel fólk. So vit brúka okkara sunna skil og eru varin við hvørjar søgur ymisk fólk gera. Øll her hava ein professionellan hugburð og vita at tey ikki skulu renna ørindi fyri nakran politiskan flokk, meðan tey eru her, sigur ein góðvarin tíðindaleiðari við Sosialin.

Ein heil opna er at lesa í nýggja Sosialinum um hesar setanir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo