Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Útlendis ítróttur

Vandamikli Tottenham framherjin Harry Kane hevur júst skrivað undir ein nýggjan seks ára sáttmála við felagið úr Norður London, boða altjóða miðlar frá.

24-ára gamli framherjin, sum hevur skorað fleiri enn 25 mál í Premier League í hvørjum av teimum trimum síðstu kappingarárunum, sær harvið út til at verða verandi á White Hart Lane í øllum førum nøkur ár aftrat.

Fyri fjúrtan døgum skrivaði Tottenham annars eisini undir nýggjan fimm-ára sáttmála við venjaran, Mauricio Pochettino.

Spennandi verður so at síggja, um Spurs, sum í summar flytur inn aftur á nýggja White Hart Lane eftir at hava húsast á Wembley í eitt ár, endiliga fer avstað við Premier League gullinum eftir at hava blandað seg ímilum oddaliðini í deildini hesi farnu trý árini.

Í summar skal Kane í aðrar mátar vera liðskipari á enska landsliðnum, sum er komið í bólk saman við Tunesia, Panama og Belgia til HM-endaspælið í Russlandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo