Hin veruligi sjónleikurin er ikki minni góður, tó meira at harma, enn hann ið leiktur verður
- V. Poulsen
Útlendis ítróttur

Harry Kane er nú tann mestskorandi spælarin fyri Tottenham Hotspur í Premier League høpi.

Hetta stendur greitt, eftir at hann í dag skjeyt tvey mál í 4-0 sigrinum ímóti Everton á Wembley.

Kane hevur nú skotið 98 mál í 135 Premier League dystum fyri Spurs. Teddy Sheringham, sum átti metið frammanundan dystinum í dag, skjeyt 97 mál í 236 dystum fyri Spurs.

24 ára gamli Kane hevur skotið 20 Premier League mál higartil í 2017/18 kappingarárinum.

Málini hjá Kane í dystinum í dag komu í ávikavist 47. og 59. minutti, og vóru tey til ávikavist 2-0 og 3-0.

Við 4-0 sigrinum er Spurs nú komið uppá 44 stig í Premier League, sum er sama stigatal sum Liverpool á 4. plássinum í deildini.

Liverpool spælir í morgin á heimavølli ímóti suverena oddaliðnum Manchester City.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo