Fæ doyr, frændur doyggja. Eitt veit eg, sum ongantíð doyr. Minnið um dáð deyðamanna
- Hávamál
Onnur tíðindi

Mynd: KVF

- Visti tíðindaleiðarin um meylarnar hjá Barbaru Holm frá januar 2020, átti at verið ein spurningur í Pressuni fyrrapartin, men tann spurningurin var ikki settur heldur uppøsta og heldur kroysta tíðindaleiðararunum í fyrra helmingi av sendingini.

Í tveimum teldupostum frá 2. januar 2020 og 6. januar 2020, sum eru sendir til Sunda kommunu, skrivar Barbara Holm til dømis: "Vit eru klár at rinda stykkið ..." og eisini "Vit arbeiða av øllum alvi við endaligu umsóknini um byggiloyvi...."

Og so ikki minst: "Eg skal vita kontonr og slíkt fyri at kunna avgreiða flytingina...."

Hinvegin spurdi Sveinur Tróndarson, journalistur, sera viðkomandi spurningin, um ein journalistur í Kringvarpinum kann fara úr nøkrum sum ikki finst, nú tíðindaleiðarin aftur og aftur hevur ført fram í verju av sínum journalisti, at einki felag er stovnað í sambandi við summarhúsætlanina í Saksun.

Hoyr Pressuna her

Les eisini:

Barbara Holm 6. januar 2020: - Vit arbeiða av øllum alvi við endaligu umsóknini

Tíðindaleiðarin: - Orðið "vit" kann tykjast óheppið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo