
Er tað nú gjørligt at gerast limur í Kringvarpsstýrinum og ikki eingang gjalda Kringvarpsgjald?
Er einki mark?
Eg spyrji.
Hvørki brúkari ella partur av føroyska samfelagnum?
Rigmor Dam hevur góðtikið tann sjeynda stýrislimin í KVF, sum býr á Christianshavn í Keypmannahavn.
Og viðkomandi hevur ikki adressu í Føroyum, og tað merkir so viðkomandi ikki eingang rindar Kringvarpsgjald.
Hallov.
Skurrar einki?
Nøgdur KVF'ari
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo