Fávitska er rótin og leggurin til alt ilt
- Platon
Vinna

Tóat advokaturin hjá Pf. Vørðustíggi hevur eina góða frágreiðing, so stendur Fiskimálaráðið rimmar fast og sigur, at um ikki tað mesta av verkætlanini verður gangnýtt í Sandoynni, so verður menningarkvotan tikin aftur.

Og freistin at fáa hetta í rættlag er sett til 22. november 2018 klokkan 16, vísur innlit hjá VP.

Málið snýr seg um, at Eystur- og Vesturbúgvin hava avreitt 240 tons av makreli í Fuglafirði, ið er menningarkvota.

Harumframt hava trolararnir avreitt umleið 260 tons av norðhavssild í Fuglafirði, ið eisini er menningarkvota.

Dagførd tøl vísa, at talan er um umleið 344 tons av makreli og 355 tons av sild.

Aðalstjórin í Fiskimálaráðnum, Rógvi Reinert, svarar advokatinum hjá Vørðustíggi, Jógvan Páll Lassen, greitt aftur, at um hesi viðurskifti vóru kend frammanundan, høvdu menningarkvotur allarhelst ikki verið tillutaðar "klienti tygara, tí økisrættarliga atlitið á Sandoynni bar avgerðina at tilluta Pf Vørðustíggi menningarkvotu", skrivar Rógvi Reinert.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo