Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen
Politikkur

Fyrispurningur um HBTO viðgerð, settur landsstýrismanninum í heilsu- og innlendismálum, Sirið Stenberg (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

- Hevur heilsuverkið ætlanir um at bjóða viðgerðina hyperbar oxygen terapi (HBTO) í Føroyum?

Viðmerkingar:
Hyperbar oxygen terapi (HBOT) er eitt viðgerðartilboð til fólk við álvarsomum sjúkum, so sum diabetis, sklerosu, demens og Parkinson. Viðgerðin fer fram á tann hátt, at sjúklingurin fær 100% reint súrevni at anda í seg undir 2,0-2,8 bar trýsti í 90 minuttir.

Kanningar vísa, at ávísir sjúklingar fáa týðiligar batar eftir HBOT viðgerð, og fleiri og fleiri vísindaligar greinar vísa serliga á fyrimunir í samband við Parkinson sjúku. Tað, sum reint kropsligt hendir við HBTO viðgerðini, er m.a., at súrevni verður trýst út í kroppin og blóðrenslið verður betri.

Tað koma nýggjar blóðæðrar, og kroppurin fær betri umstøður at grøða seg sjálvan. Súrevni virkar antiseptiskt, og tí er viðgerðin eisini góð í mun til grøðing av sárum, bruna, leking av oyðiløgdum vevnaði orsakað av stráluviðgerð og øðrum.

Ríkissjúkrahúsið bjóðar viðgerðina eitt nú til diabetissjúklingar og fólk við seinárinum av stráluviðgerð fyri krabba. Sambært Kræftens Bekæmpelse verður helvtin symptomfrí og ein fjórðingur fær tað munandi betri eftir viðgerðina.

Nógvir føroyingar stríðast við hesar sjúkur, hava árin og/ella ringa pínu hvønn dag. Sambært Deildini fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu eru tvær ferðir so nógvir føroyingar raktir av Parkinson sjúku í mun til tølini í øðrum londum.

Eisini hevur tað verið víst fleiri ferðir á, at sjúklingar við Parkinson sjúku í Føroyum eru ónøgdir við tey viðgerðartilboð, sum verða útbjóðað. Millum annað varð fyrispurningur settur landsstýriskvinnuni hesum viðvíkjandi í februar 2017.

Tí haldi eg, at vit eiga at kanna møguleikarnar fyri, at føroyska heilsuverkið kann bjóða hesa viðgerð.

Á Løgtingi, 12. mars 2018
Bjørg Dam

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo