Hvussu kann mann minnast tað, sum mann hevur gloymt?
- Jógvan á Fjørðinum
Vinna

Á fundi í skúlanum á Skúlatrø í Klaksvík týskvøldið 13. august 2019 legði Bjarni Arnason fra NUMO fram kanning av støðuni hjá línuflotanum í Føroyum.

Niðurstøðurnar frá kanningini eru, at tað er stór spjaðing í úrslitunum í 2018. Okkurt av vanligu línuskipunum kláraðu seg hampuliga væl, men tey flestu hava munandi hall av rakstrinum. Hinvegin kláraðu frystilínuskipini seg væl.

Talið á línuskipin var 14 við ársenda 2018. Í tíðarskeiðinum 1996 til 2018 var hægst í 2006 og 2007 tá talið var 24.

Miðalaldurin á línuskipunum var 47 ár við ársenda 2018.

Tað eru 189 ársverk í við ársenda 2018. Talið var hægst í 2006, tá vóru 327 ársverk í línuflotanum.

Lyklatølini fyri raksturin vísa, at raksturin hevur roynst betur í 2018 enn í 2017.

Ársúrslitini í línuflotanum hava verið óstøðug í tíðarskeiðinum 1996 til 2018.

Frá 1996 var ársúrslitið hjá flotanum 3.001 tkr. Hetta øktist fram til 2003 til 22.477 tkr. 

Frá 2004 til 2008 var eitt munandi fall, sum endaði við einum ársúrsliti í 2008 á minus 46.911 tkr.

Síðan 2009 eru ársúrslitini støðugt økt fram til 2018, har ársúrslitið var 16.220 tkr.

Línuskipini eru undir fiskidagaskipanini, og flestu hava íslandskvotu umframt møguleika at fiska við Flemish Cap og Grønland.

Hesin parturin av flotanum hevur nógv fólk í arbeiði, og er eisini grundarlag fyri týðandi vinnu á landi, og hevur møguleikar fyri at landa fisk av serliga høgari góðsku.

Eitt opið føroyskt hav kundi verið við til at ment hendan partin av flotanum upp aftur meira, skilt á tann hátt, at møguligt kundi verið at útvega sær veiðiloyvir, ið hóska til hendan fiskiskapin, á øllum teimum økjum, har landið hevur ræði á fiskirættindum.

Hetta hevði eisini havt stóran týdning fyri víðari virkingina av fiski á landi.

Frystilínuskipini kunnu fiska víða hvar og hava fingið ella útvegað sær møguleika at fiska aðrastaðir enn við Føroyar ella nærhendis Føroyum og eru dømir um, at eitt opið føroyskt hav virkar væl.

Skulu línuskipini noyðast at útvega sær veiðirættindi á uppboðssølu, eru tey, sum eru á ísfiskaveiðu, ikki fíggjarliga væl fyri at standa seg í hesi kappingini.

Framløgan frá fundinum kann síggjast her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo