Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur kannað, um barnaverndartænasturnar hildu freistirnar í barnaverndarmálum, sum skuldu endurskoðast av Høvuðsbarnaverndarnevndini í tíðarskeiðinum 2014-2016/17.

Kanningin vísti, at tað alt ov ofta kom fyri, at endurskoðanarfreistirnar ikki vórðu hildnar, og vóru orsøkirnar til hetta ymiskar.

Umboðsmaðurin vísti á, at hetta als ikki er nøktandi við atlitinum at tryggja rættindini hjá foreldrum og børnum í barnaverndarmálum. Umboðsmaðurin bað barnaverndartænasturnar og kommunurnar seta tiltøk í verk fyri at tryggja, at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar. 

- Samanumtikið haldi eg, at kanningin av endurskoðanarfreistum í barnaverndarmálum vísir, at tað alt ov ofta kom fyri í kannaða tíðarskeiðinum, at upprunaligu endurskoðanarfreistirnar í barnaverndarmálum ikki vórðu hildnar. Hetta er als ikki nøktandi í mun til atliti at endamálinum við ásetingunum í § 24 a í barnaverndarlógini um endurskoðanarfreistir, nevniliga at tryggja rættindini hjá foreldrum og børnum, soleiðis at fyriskipanin ikki heldur fram uttan so, at treytirnar fyri umsorganaryvirtøku framvegis eru til staðar.

- Barnaverndartænasturnar hava, sbrt. § 24 í barnaverndarlógin, skyldu til at fylgja málum um umsorganaryvirtøku væl og regluliga meta um, hvørt umstøðurnar í familjuni eru broyttar.

- Barnaverndartænasturnar eiga tí at seta tiltøk í verk, sum betra um mannagongdirnar og síggja til, at tilmælini til Høvuðsbarnaverndarnevndina verða liðug í góðari tíð, soleiðis at endurskoðanarfreistirnar verða hildnar, og børn og foreldur í góðari tíð vita, hvat skal henda.

- Tað eigur ikki at koma fyri, at mál ikki verða løgd fyri Høvuðsbarnaverndarnevndina rættstundis.

- Barnaverndartænasturnar eiga tí at biðja um kanningar og frágreiðingar frá fakfólki og stovnum í góðari tíð, tryggja at barnaverndartænasturnar verða mintar á freistir og fundir og at leggja arbeiðið til rættis eftir útflýggjaðu fundarætlanini frá Høvuðsbarnaverndarnevndini. Harumframt eiga barnaverndartænasturnar at verða skipaðar soleiðis, at arbeiðsbyrðan ikki verður ov stór og útskiftingin í starvsfólkahópinum ov títt.

Frágreiðingin kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo