Sterkar kvinnur kunnu bert vera giftar við veikum monnum
- Betty Davis
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Í næstum fer Alzheimerfelagið undir verkætlanina: “Kanning av títtleikanum av demens á eldraøkinum í Føroyum.” Verkætlanin hevur fingið stuðul frá Høvuðsøki 1 hjá Sjúkrakassagrunninum, sum er økið, har til ber at fáa stuðul til upplýsandi og mennandi tiltøk umframt kanningarverkætlanir á heilsuøkinum.

Alzheimerfelagið sær tað sum ein grundleggjandi tørv at fáa hagtøl til vega um, hvussu nógv fólk eru rakt av demens í Føroyum. Hetta er neyðugt, so at átøkini, sum mælt verður til í álitinum “Demensvinarligt samfelag – gloymsk men ikki gloymd,” byggja á eitt objektivt grundarlag, soleiðis at myndugleikar og stovnar hava neyðugu grundvitanina og kunnu gera neyðugu raðfestingarnar. At økið er lagt út til kommunurnar merkir samstundis, at tað er ein størri avbjóðing at fáa savnað tøl og dáta, tí tað ikki er tøkt á einum og sama stað.

Endamálið við hesi verkætlan er at fáa eitt yvirlit yvir títtleikan av demens á eldrabýlum í øllum landinum.

Vit meta, at tað er av alstórum týdningi at fáa hesi hagtøl til vega sum skjótast, og tí søkti Alzheimerfelagið Sjúkrakassagrunnin um stuðul, soleiðis at vit sjálvi kunnu taka stig til at fáa hetta gjørt.

Tað er Alzheimerfelagið, sum stendur fyri verkætlanini, saman við Mariu Skaalum Petersen, granskara. Maria granskar innan demens í Føroyum og kennir tískil til økið og evnið. Sofus Joensen, psykiatari frá Demensklinikkini, er fakligur ráðgevi og Anna Rubeksen, sjúkrarøktarfrøðingur við hollum royndum innan demensøkið, er sett í starv at gera hesa kanning.

Umframt at fáa hagtøl til vega, fer hendan verkætlan væntandi at varpa ljós á demens í Føroyum og stuðla undir, at fleiri verða víst til demensgreinan.

Nú og nakrar mánaðir fram, fara øll, sum búgva á eldrabýlum at fáa eitt kunningarskriv við áheitan um at luttaka í hesi kanning. 1-2 vikur eftir at tey hava móttikið brævið, fer sjúkrarøktarfrøðingurin út á heimið at spyrja hvønn einstakan, um tey vilja luttaka. Tey, sum hava fingið eina demensdiagnosu, verða ikki kannað.

Sjálv kanningin verður sum ein samrøða heldur enn sum ein kanning, og støði verður tikið í tí einstaka.

Vit meta, at hetta tekur umleið ½ tíma fyri hvønn.

Gevur kanningin ábendingar um demens, fær luttakarin/avvarðandi og leiðandi starvsfólk á heiminum afturboðan um hetta. So kunnu tey fara til kommunulækna fyri at fáa eina ávísing til Demensklinikkina á Landssjúkrahúsinum til útgreinan fyri demens.

Luttøkan í kanningini er sjálvboðin. Kanningin er fráboðað Dátueftirlitinum og loyvið er fingið. Eingin óviðkomandi sleppur at hesum upplýsingum, sum eru í trúnaði. Úrslitini av hesi kanning fara bert at síggjast í hagtølum, og tað verður ikki møguligt at eyðmerkja nakran persón.

Vit vóna, at fólk fara at taka væl ímóti og vilja vera við í hesi verkætlan, so vit fáa álítandi tøl og vitan um títtleikan av demens í Føroyum.

Malan Mohr, forkvinna
Alzheimerfelagið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo