Vesæligari støðan, hvassari orðini
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Nakrir tankar um hvat okkara skattur eisini verður brúktur til og sum vit ikki so ofta hugsa um í dagligdegnum, kanska tú lesur og gleðist saman við mær:

Koyrdi Oliviu í skúla í morgun, hon skal upp í samfelagstøkni í dag, hon gongur í 8. og skal í 9. komandi ár, fantastiskt at ØLL hava møguleikan, takksom!

Koyrdi so fram við vakra Sandagerði og kom til Landssjúkrahúsið, eg prísi meg lukkuligan fyri at vit hava tann trygga stað tá tað brýtur um bæði borð, har heitar hendur verna um og hjálpa, har lívið sær dagsljós og sjúkur verða bastar, ikki altíð gongst sum vit ynskja, gott at vita at um so er, so fær man ein verdigan deyða, við sínum rundan um seg, takksom!

Gjørdi mær ørindini ávegis heim aftur stóð eg í kø við ljósteiðar, aftan fyri meg stóð ein sjúkrabilur, sum tað er gott at tey koma tá okkum treingir tey, trygt og gott, takksom!

Brandbilurin var ávegis oman á vestarukaj, hvat var áfatt veit eg ikki, men hann blinkaði IKKI... men eisini tað er ein ómetaligur tryggleiki um oyðandi eldurin festur í, takksom!

Ùti í Hornabø kom eg at koyra aftaná líkbilinum, hann blinkaði oman í Kapelli, onkur sum skal koyrast seinasta strekki... og tá eg so kom út eftir Velbastaðvegnum var mær hyggjandi yvir á kirkjugarðskapelli og sá at merkið var í ½stong, onkur skal leggjast til seinastu hvíldina í okkara vakra kirkjugarði tá vit ikki longur síggja sólina reisa úr eystri, søkja sær hav í vestri, ikki kunna elska tey vit fingu at elska longur, hoyra fuglasong, og elskaðar røddir meira, tá verður eisini tikið hond um okkum, takksom!

Fyri at tað ikki skal verða lygn, so møtti eg politinum, ikki tí tað er so upplyftandi, men tað er gott at vita at teir eru her, tá okkurt er áfatt, trygt og gott.. takksom !

OG hvørjum bili koyri eg so í?? jú eg koyri í einum avlamisbili, eg skal ongantíð og havi ikki loyvi at koyra ein vanligan bil tí eg lammist av og á, alt skal eisini verða uppi við rætti... also bremsa og speedarin, eisini tað er møguligt fyri meg, sum eri avlamispensionistur við pensión, mega takksom!

Jú, vit gjalda skatt, summi meira og onnur minni, men hetta verður hann eisini brúktur til, vit eru heppin at búgva beint her!!

Bara nakrir tankar og upplivingar ein heilt vanligan dag, koyrandi oman úr dalinum og gjøgnum okkara ALRA vakra høvuðsstað og heimaftur niðan í vakra dalin og síggi at skrellimennirnir hava tømt mær skrellibyttuna ...

Ann Persdóttir Mikkelsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo