Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Vinna

Valynski frá Reiðarafelagnum fyri Handilsskip: Neyðugt er at broyta okkara skattareglur soleiðis, at tað ikki skal loysa seg betur at arbeiða uttanlands heldur enn í Føroyum.

Tað stutta av tí langa
Serligi skattafrádrátturin fyri inntøku, sum kemur undir § 25b, stk. 1 í skattalógini skal verða tikin burtur.

Shipping sum vinnugrein er eyðkend av, at hon fyri ein meginpart virkar á altjóða marknaðinum. Hetta merkir, at føroysk handilsskip kappast beinleiðis við útlendsk handilsskip á øllum økjum, eisini um arbeiðsmegina.

Serliga síðan 2008 hevur shipping í Føroyum verið ein vinnugrein í vøkstri. Í 2019 vísir kanning millum limirnar í Reiðarafelagnum fyri Handilsskip, at umleið 900 føroyingar hava sín vinnuveg innan føroyska shippingvinnu, av hesum 600 á sjónum. Grundarlag er fyri, at vinnugreinin framhaldandi kann vaksa, men her krevst arbeiðsmegin, og kappingin um hana er hørð, bæði innanhýsis í Føroyum, men eisini við reiðarí í okkara grannalondum.

Tíverri er støðan soleiðis, at skattalógin ger mun á føroyingum, sum arbeiða uttanlands, og føroyingum, sum arbeiða í Føroyum. 

Reiðarafelagið fyri Handilsskip vísir á, at støðan ikki er haldbar, og hesum er Landsstýrisins Skattanevnd samd við okkum í.

Í frágreiðing síni til landsstýrið 1. december 2017 skrivar Skattanevndin, at tað fyri so vítt er búskaparliga skilagott, at tað er lætt og ómakaleyst at búgva í einum landi og arbeiða í øðrum. Men skattaskipanin eigur ikki at miða eftir, at tað er meira lønandi at arbeiða uttanlands enn í tí landinum, ein býr.

Ítøkiliga sigur skattanevndin, at javnari skatting av løntakarum, sum búgva og arbeiða í Føroyum, og løntakarum, sum arbeiða uttanlands hevði havt við sær, at kappingarstøðan hjá føroyskum arbeiðsgevarum hevði eisini verið javnari í kappingini um arbeiðsmegina.

Tilgongdin til at fara frá líkningarháttinum eksemption linking til credit linding er byrjað. Hetta er gott, men hetta er ikki nokk. Fyri kappingarførið í mun til arbeiðsmegina ger henda broyting lítlan og ongan mun, tí frádrátturin á tær upp til 120.000 krónurnar framhaldandi er óbroyttur.

Reiðarafelagið fyri Handilsskip heldur, at tað skal altíð kunna loysa seg sum føroyingur at arbeiða í Føroyum, og ítøkiliga valynski hjá felagnum er, at føroyska samfelagið má gevast við at skatta fólk av landinum at arbeiða.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo