Har øll sópa fyri egnum durum, verðu gøtan skjótt rein
- Johann Wolfgang von Goethe
Politikkur

Fyrispurningur um partin av føroyska landgrunninum, ið er friðaður fyri trolveiðu, settur landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Høgna Hoydal (at svara skrivliga eftir TS § 52a)

1. Meira enn helmingurin av føroyska landgrunninum er friðaður fyri trolveiðu. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvørjar kanningar eru gjørdar hesi árini at staðfesta avleiðingarnar?

2. Hevur friðingin virkað eftir ætlan, hvørjar eftirmetingar eru gjørdar, hevur meira fiskur hevur verið á trolfríu/stongdu leiðunum kring Føroyar, í mun til leiðirnar, har tað er loyvt at fiska?

3. Hvørjar royndir eru gjørdar á Føroyabanka við línu síðan 2013, tá ein glastrevja-útróðrarbátur gjørdi 4 sera góðar royndartúrar á Bankanum?

4. Hví bleiv landsynningshornið á Føroyabanka friðað fyri veiðu við gørnum eftir svartkalva, eru ætlanir um aftur at opna kassan?

5. Skip sum royna eftir svartkalva hava eitt ynski um at sleppa at royna inn á 400 metra dýpi ella grynri. Hví er ásetingin 500 metrar og kann væntast, at teirra ynski verður gingið á møti?

Viðmerkingar:
Stórur partur av landgrunninum hevur í mong Harrans ár verið friðaður fyri trolveiðu. Harumframt hava vit havt økisfriðingar so sum friðing av ungfiskaleiðum, gýtingar-økjum v.m.

Í hesum sambandi er ein viðkomandi spurningur, hvørjar kanningar Havstovan hevur gjørt hesi árini, og um friðingin hevur havt ætlaðu positivu ávirkanina.

Kann tað t.d. staðfestast, at meira fiskur er á friðaðu leiðunum í mun til leiðirnar, har tað hevur verið loyvt at trola. Ella er neyðugt at "velta botnin" og røkja havið, á sama hátt sum bøur má røkjast? Tað halda nógvir fiskimenn.

Undirritaði hevur nakrar ferðir reist fyrispurning um royndarfiskiskap á Føroya Banka.

Í 2013 gjørdi ein glastrevjabátur 4 túrar ymiskar leiðir og tíðarskeið á Bankanum. Hesin hevði sera góðan fiskiskap. Talan var um ymisk fiskasløg, mest var tó av longu, skøtu og toski.

Sambært svarinum frá táverandi landsstýrismanni, var veiðan av toski fyrsta túrin 1200 kg á 1000 húkum og 3 teir næstu túrarnar 280 kg av toski hvønn túrin á 1000 húkum.

Tí er áhugavert at fáa upplýst, um líknandi kanningar við línu og sera avmarkaðum tali av húkum eru gjørdar seinastu árini, so nøkur hagtøl eru fingin til vega at samanbera við trolroyndirnar hjá Magnusi Heinasyni, ið bert fær hendinga tosk í hvørjum háli.

Svartkalvaveiðan hevur sera avmarkaða hjáveiðu. Spurnartekin kann setast við ásetingina, at svartkalvagørn ikki mega setast grynri enn 5oo metrar, meðan trolarar, ið royna eftir svartkalva, kunnu royna væl grynri.

Um garnaskipini, ið royna eftir svartkalva og nærum onga hjáveiðu hava, sleppa inn á grynri vatn og kassin í landsynningshorninum, ið fyrr var opin fyri roynd við svartkalvagørnum, aftur bleiv opnaður fyri hesi veiðuni, vildi tað bøtt munandi um møguleikarnar hjá hesum parti av flotanum.

Á Løgtingi, 13. september 2018
Kári P Højgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo