Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
Innlendis ítróttur

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum tá Føroyar og Kekkia møttust á Tórsvølli 14. september í fjør - Mynd: Oliver Joensen

FSF: Føroyski landsliðsvenjarin hjá kvinnum, Pætur Smith Clementsen hevur framt fýra broytingar í byrjunaruppstillingini til dystin móti Kekkia, sum verður í dag klokkan 16:30, í mun til dystin móti Slovenia, sum var á Tórsvølli farna hósdag.

Tær, ið byrja á føroyska liðnum, eru hesar: Anna S. Hansen, Birita Bergsdóttir Nielsen, Birna Tummasardóttir Mikkelsen, Lív Finnbogadóttir Arge, Arnborg Lervig, Heidi Sevdal, Ásla Johannesen, Olga Kristina Hansen, Ansy Sevdal, Margunn Lindholm og Rebekka Eschen Danielsen.

Eykaleikarar: Jóna Nicolajsen, Eyðvør Klakstein, Rannvá Biskopstø Andreasen, Milja Reinert Simonsen, Katrin Akursmørk, Sara Samson Lamhauge og Jacoba Langgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo