Kann vera, at mínir pengar ikki gera meg eydnusaman. Men um tú ert ólukkuligur, so hjálpir tað at eiga nógvar pengar
- Simon Spies
Onnur tíðindi

Tann 48 ára gamla sjónleikarakvinnan Minnie Driver gevst sum global sendikvinna í bretska hjálparfelagsskapinum Oxfam eftir prostitusjónsskandalu.

– Eg eri skakað av ákærunum móti Oxfam International og ætli mær á ongan hátt at stuðla hesum felagsskapinum ella leiðarunum, sigur  sjónleikarakvinnan við The Telegraph.

– Eg eri niðurboygd. Niðurboygd við hugsanini um kvinnurnar sum vóru brúktar av persónum sum vóru sendir at hjálpa teimum, og niðurboygd av svarinum til ákærurnar hjá felagsskapin um, skrivar hon på Twitter.

Sambært bretsku miðlunum keyptu hjálparfólk í hjálparfelagsskapinum sex frá ungum kvinnum á Haiti í 2010, tá ið hjálparfólkini vóru send at hjálpa eftir herviliga jarðskjálvtan. Eisini eru hjálparfólkini ákærd fyri neyðtøku og annan kynsligan ágang, skrivar VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo