Tá lívið er fyrireikað á besta hátt...kemur deyðin
- úr Børkuvísum
Bøkur

Kringvarpið: Ebba Hentze var øðrvísi enn føroyskar kvinnur flestar.

Eftir kríggið fór hon at lesa bókmentir og málfrøði á donskum universiteti. Hon las í fleiri londum í Evropa, eisini á kenda lærdómsstovninum Sorbonne í París.

Hon gjørdi mentanarsendingar í danska útvarpinum og arbeiddi sum týðari og ráðgevi hjá danska forlagnum Gyldendal. Har týddi hon meira enn hálvthundrað bøkur úr fremmandum málum til danskt. Fyrst í 70-unum flutti hon aftur til Føroyar at búgva.

Hon fekk alstóran leiklut sum týðari, ráðgevi, íbirtari og rithøvundur í føroyskum bókmentum. Hon varð heiðrað við barnabókavirðisløn Tórshavnar Býráðs, virðisløn M.A. Jacobsens fyri mentanarlig avrik, við Mentanarvirðisløn Landsins, við Sømdargávu Landsins og sum heiðurslimur í Rithøvundafelag Føroya. Hon fekk eisini virðislønir í øðrum londum. Ebba var ein persónligheit. Hon var umstrídd og gátufør.

Hon hevði sínar vinir, men stygdi mong frá sær. Til endans var hon ógvuliga einsamøll. Nakrar av loynidómum sínum tók hon við sær í grøvina.

Eingin fekk at vita hvørji hennara veruligu foreldur vóru, ella tíansheldur hvussu gomul hon var. Sín egna kynssamleika duldi hon eisini sum mansmorð. Hon fór líka gátufør av verðini, sum hon kom inn í heimin nøkur og fýrs ár frammanundan.

Suni Merkistein og Bjarni Árting Rubeksen leggja til rættis.

Sí sending her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo