Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Krutl

Kendi amerikanski sjónleikarin stóð til at fáa eina Emmy heiðursløn, men tað verður av ongum nú tað ljóðar, at eisini hann hevur borið seg ósømiliga at ímóti konufólki.

Sostatt legst Kevin Spacey afturat røðini av sjónleikarum og leikstjórum, hvørs heiður og æra í seinastuni eru vorðin dálkað, tí hesir menninir ikki duga sær hógv men eftir øllum at døma halda seg kunna hóreiggja sær sum teir vilja, tí teir eru so kendir.

Kevin Spacey er kendur frá nógvum filmum, í seinastuni er tað kanska House of Cards røðin hjá Netflix sum hevur givið honum mest umtalu. Netflix hevur í samband við málið um óflýggjaliga atburðin hjá Kevin Spacey boðað frá, at fleiri partar av sendirøðini verða ikki framleiddir.

Her hjá okkum er hann eisini kendur, tí hann er ein av fleiri sjónleikarum, sum hava talað at føroyska grindadrápinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo