Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Lesarin skrivar

Fyri teg, sum býr niðri, er valið týdningarmikið. Tí býráðið avger, hvussu tínir skattapengar skulu brúkast. Tað avger støddina á skúlaflokkum, hvussu nógva tíð lærarar hava til einstaka næmingin, og hvussu tilboðini frá barnagarði og vøggustovu síggja út. Býráðið kann byggja fleiri bíligar íbúðir til lesandi og onnur. Ella lata vera. Tað kann bjóða fleiri frítíðar- og ítróttartilboð. Ella lækka skattin. 

Regiónsráðið kann gera býin grønari og luftina reinari við íløgum í almenna samferðslu. Tað kann geva sjúklinginum betri viðgerð, størri trygd og betra um arbeiðsumstøðurnar hjá læknum og sjúkrarøktarfrøðingum, sum longu arbeiða undir ov stórum trýsti. Ella tað kann lata vera. 

Alt hetta vil eg ávirka – og tí stilli eg upp til býráðs- og regiónsvalið fyri SF. Eg vil virka fyri, at fleiri fáa:

Ein góðan og bíligan bústað
Vit skulu byggja fleiri bíligar íbúðir - eisini bingjuíbúðir til lesandi við bráðfeingis tørvi. Og vit skulu byggja fleiri familjuvinarligar lestraríbúðir.

Dygdargóða og framhaldandi ókeypis viðgerð á sjúkrahúsum 

Krøvini til tey almennu sjúkrahúsini um bæði at spara og "framleiða" meira eru órímilig og seta alt ov stórt trýst á starvsfólkini. Avleiðingin er álvarsamir feilir, og at viðgerðin versnar. Starvsfólkini skulu hava betri arbeiðsumstøður og meira tíð til umsorgan og samrøður við sjúklingin. 

Góðan barndóm
Børn úr barnagørðum við útbúnum - og nóg nógvum - starvsfólkum trívast og menna sítt skilvit betur. Tey verða eisini meiri skúlabúgvin. Tí skulu vit hava minst ein vaksnan fyri hvørji trý vøggustovubørn og fyri hvørji seks barnagarðsbørn. Vit skulu hava betri fysiskar karmar á dagstovnunum, ið minka um larm og veita betri inniluft. Og eg vil styrkja móðurmálsundirvísingina - eisini fyri føroysk børn.

Ein tryggari bý
Bandakríggini skulu steðgast. Tað gera vit við at fáa meira nærpoliti út á gøturnar, har sum bandarnir halda til og við at herða eftirlitið. Vit skulu hava fleiri frítíðartilboð og mentorskipanir til børn og ung, sum eru í vanda fyri at enda í kriminaliteti. Og so skulu vit hjálpa fátøkum flóttafamiljum við at koma burtur úr "ghettoum" í Keypmannahavn. 

Eitt føroyskt umboð 
Men eg stilli eisini upp, tí eg upprunaliga eri úr Føroyum og meini, at tað er tørvur á einum umboði fyri føroyingar, sum búgva í Keypmannahavn. Eg havi arbeitt við føroyskum viðurskiftum bæði í Fólkatinginum og í Uttanríkismálaráðnum. Og eg upplivi, at danir vita alt ov lítið um Føroyar - og hava fordómar om føroyingar. Tað vísir eisini ein kanning, sum Sjúrður Skaale, fólkatingslimur, hevur gjørt. Sambært kanningini vita einans 61% av dønum, at Føroyar hava egna stjórn, og 32% halda, at Føroyar onga stjórn hava. 

Kanningin vísir eisini, at næstan annar hvør dani heldur, at blokkstuðulin til Føroyar er umleið tvær milliardir ella meira. 

Tí eru eisini nógvir danir, sum halda, at Føroyar kosta danska statinum eina rúgva av pengum árliga. At føroyingar eru ein byrða fyri danskar skattgjaldarar. Tað er fullkomiliga burturvið. Og tað má broytast. Tí vitan um og virðing fyri hvørjum øðrum er sjálvur grundvøllurin fyri, at samstarvið okkara millum fungerar. 

Fyri meg er tað tí avgerandi, at danskir næmingar fáa meira vitan um Føroyar. Undirvísingarætlanir eru ikki kommunalt málsøki, men skúlarnir eru. Eg fari tí at arbeiða fyri at størri dentur verður lagdur á hetta í dagstovnunum og skúlunum í Keypmannahavn.

Eg havi tó lært at fortelja dønum um Føroyar, og um at føroyingar eru eitt tilfeingi fyri Keypmannahavn, sum eisini eru við at mynda býin. 

Eg fortelji teimum um eitt solidariskt fólk, sum ikki má ráðgeva sín kalendara, áðrenn tey eru til reiðar at hjálpa hvørjum øðrum. Um hvussu tey ungu taka hond í arbeiðnum heima, á floti, í haganum og um húsini. Eg fortelji um føroyskar veitslur, felagssangin og skemtið. Um veitslur, sum enda, tá onnur fara til arbeiðis. 

Eg fortelji teimum um føroyskar jarðarferðir, har hvørt einasta andlát verður kunngjørt í útvarpinum. Har fólk fara úr bilunum, tá fylgið fer framvið fyri at vísa virðing fyri tí deyða. Um fullar kirkjur og vakran sálmasang, sum ber tann deyða heim. Og um eitt fólk, sum ikki ræðist at práta um deyðan.

Tað er so nógv, danir kunnu læra av føroyingum. Og fyri meg eru so ómetaliga nógv positiv ting knýtt at tí at vera føroyingur: eitt vakurt mál, sum bert fá onnur í heiminum tosa; ein familjumentan og felagskapur, sum knýtir fólk saman í hjálpsemi og samanhaldi; ein tjóðskaparligur stoltleiki, sum ikki bara merkist, tá Føroyar vinna á grikkum í fótbólti, men eisini í gerandisdegnum. Og ein kreativ og tónleikarlig mentan so stór, at hon tykist ósannlík fyri eitt so lítið land, men sum altíð hevur blómað.

Alt hetta taki eg við mær, um eg verði vald inn í býráðið í Keypmannahavn hin 21. november.

Annika Smith

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo