Mótburður avdúkar tey, sum ikki eru tíni sonnu vinfólk
- Aristoteles
local.fo

News in English

Vinna

Í samband við fyrireikingarnar til føroysku frálandakavara útbúgvingarnar hevur føroyski vinnukavaraskúlin keypt eitt trýst- og viðgerðarkamar.

Trýstkamarið skal millum annað brúkast at útbúgvinga føroyskar vinnukavarum og trýsttanga-operatørar.

Eisini er ætlanin at trýstkamarið kann brúkast sum ein trygd hjá vinnukavarum har kavað verður.

Harumframt lýkur trýstkamarið eisini krøvini, sum í dag verða sett einum viðgerðarkamari.

Heilsuverk í grannalondum okkara brúka slík viðgerðarkømur til sokallaðar HBO viðgerðir.

Trýst- og Viðgerðarkamarið hevur møguleika, um føroyska heilsuverkið ynskir, at avgreiða 16 HBO viðgerðir um dagin ella uml. 80 viðgerðir um vikuna.

Á myndini síggja vit starvsfólkini hjá keypara og veitara ið hava verið knýtt at verkætlanini. Myndin varð tikin í Rotterdam,  farnu viku tá Trýstkamarið fekk endaligu góðkenningarnar frá Lloyd's.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo