Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Aftur í ár skipar KFUK í Havn fyri jólahaldi fyri einsamøll og onnur, sum vilja vera saman við teimum á jólum.

Í ár er húsið opið frá klokkan 16.30, og farið verður til borðs klokkan 18.

Tilmelding er neyðug, og síðsta freist at boða frá er 20. desember.

Jólahaldið hjá KFUK hevur verið eitt afturvendandi, árligt tiltak síðan 1993, tá Jona Henriksen og Jóhannes Álvheygg tóku stig til at skipa fyri einum slíkum haldi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo