Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Klaksvíkingurin og KÍ-fjepparin um ein háls, Eyðstein Poulsen, streyk avstað við 1. plássinum í tippikappingini á Sona appini. Hann fekk í alt 102 stig av møguligum 135 stigum.

KÍ er Føroyameistari 2019, og tað er Eyðstein Poulsen úr Klaksvík eisini. Hann er Føroya besti tippari. KÍ-fjepparin gjørdist endaligi vinnarin av stóru tippikappingini á Sona appini. Á gullveitsluni hjá KÍ leygarkvøldið fekk Eyðstein handað vinningin, ið er ein flogferð fyri tvey til New York.

Undan FM-finaluni í Gundadali lá Eyðstein Poulsen á odda við 97 stigum, men beint í hølinum á øðrum og triðja plássi lógu ávikavist Fríði Jacobsen og Óli Joensen við 95 stigum hvør. Við fimm røttum í síðsta og 27. umfari skumpaði Eyðstein tó alla kapping til viks og kann harvið kalla seg Føroya besti tippari 2019.

Á øðrum og triðja plássi komu Óli Joensen og Poul Færø.

Í alt 3.297 fólk hava luttikið í tippikappingini á Sona, og spenningurin hevur verið í hásæti alt kappingarárið. Høvuðsvinningurin varð latin av Fonn Flog.

Sona takkar øllum fyri luttøkuna og ynskir Eyðsteini hjartaliga til lukku við vinninginum og heitinum sum Føroya besti tippari 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo