Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Meistaradeild kvinnur: KÍF – TB 3-0 (25-22, 25-15, 25-23)

Landskappingin í flogbólti byrjaði hetta vikuskiftið. Hetta fyrsta leikumfarið er merkt av, at U17 og U19 landsliðini hjá bæði kvinnum og monnum skulu til NVZA-kapping í næstum, og dystarskráin tí løgd serliga til rættis fyri at fáa venjingar til U-liðini.

Tvey lið, ið skulu koma longur
Fyrsti dysturin í meistaradeildini hjá kvinnum var í Kollafirði millum KÍF og TB. Felags fyri bæði liðini er, at farna kappingarár má sigast at hava verið skuffandi, tí TB megnaði ikki at spæla seg í steypafinaluna ella endurvinna FM-heitið, og fyri KÍF má mista finaluplássið til seinastu steypafinaluna framvegis pína. Trupulleikin hjá KÍF er serliga, at tær eru ikki vanar við at vinna.

Javnt 1. sett
Fyrsta settið í landskappingini 2016/17 var javnt, men tó við eini lítlari KÍF yvirvág. TB lat ongantíð KÍF rættiliga sleppa, men helt leiðsluni hjá KÍF niðri og kom upp á javnt nakrar ferðir. Tað var tó meiri bit í álopunum hjá KÍF, og spælið sá út av meira, meðan TB gjørdi minni hóvasták burturúr, men fekk nærum líka nógv stig.

KÍF fulla ferð á
Í øðrum setti var munurin nógv størri á liðunum. KÍF fekk bæði verjuspæl og álopsspæl at virka nógv betur, og TB hevði ikki nóg nógv at seta upp ímóti. Sóleyð Poulsen í KÍF vísti enn einaferð, at hon er helst besti blokkur í Føroyum, og úti á kantinum hevur KÍF í Rannvá Dam ein fínan leikara. Ein av hesum leikarunum, sum altíð eru har fyri liðið og vinna teir avgerandi bóltarnar. Guðrun Joensen, sum í dag hevaði allan dystin fyri KÍF, legði bóltarnar fjølbroytt, so at álop komu allastaðni frá. Úrslitið var, at settið varð vunnið trygt 25-15.

Óttin fyri at vinna
Hóast TB var mótstøðuliðið hjá KÍF í dag, og TB royndi tað, tær kundu, so tóktist tað sum um, at størsta mótstøðan í dag kom innanífrá í KÍF sjálvum. Tað er hetta við at tora at vinna. Í hesum 3. Settinum var KÍF langt frammanfyri og hevði TB væl og virðiliga á knæ, men hóast tað mundu tær mist settið. Gudrid Nolsøe, sum í ár er venjari hjá TB, skifti seg sjálva inn, og tað sá út til at kløkka KÍF so nógv, at tær mistu heilt greiða leiðslu og TB kom framum bæði 22-20 og 23-22. Tað rakk tó akkurát ikki hjá TB, og Eyðrið E. Hansen hjá KÍF pressaði TB so nógv í seinastu servunum, at TB ikki rættiliga kom til álop, og so var fyrsti sigurin hjá KÍF fingin til høldar. “Endiliga” søgdu fleiri av áskoðarunum.

Verður hetta árið hjá KÍF?
Fyri tveimum vikum síðan var FK-cup í Havn, og fyri fyrstu ferð síðan 2006 megnaði KÍF at vinna ta kappingina. Serliga í finaludystinum ímóti Fleyr vísti KÍF sanna styrki og blásti Fleyr av vøllinum. Tað er tí okkurt, ið kann benda á, at hetta kann gerast eitt sera gott ár hjá KÍF. Kravið er, at tær tora at vinna og gerast vanar at vinna. Tað er nýtt fyri KÍF, men higartil er alt vunnið hetta kappingarárið. So tað er bara at koyra á. Fyri TB var fyrsti dysturin eitt vónbrot, men felagið eigur nógvar evnaríkar ungar leikarar, sum við tíðini bara gerast betri. Og TB líðir ikki undir kompleksinum ikki at tora at vinna. Tað eru tær vanari við enn tær flestu.

Dagsins leikari: Rannvá Dam, KÍF

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo