Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Kinesiska rúmdarfarið Chang'e - 4 hevur í morgun sett seg á myrku síðuni á mánanum, tað vil siga teirri síðuni, sum ongantíð vendir ímóti jørðini.

Kina setti eitt annað rúmdarfar á mánan í 2013, tað var á ljósu síðuni, sum vendir ímóti jørðini. Tað var eisini her at amerikanarar vóru, sum teir fyrstu nakrantíð. Men Appollo verkætlanin hjá amerikanarum megnaði ongantíð at senda eitt rúmdarfar til myrku síðuna.

Mánin er "læstur" í síni ringrás um jørðina, soleiðis, at hann altíð vendir sama veg ímóti okkum.

Sagt verður, at tað er ein veruligur siður til Kina, sum hevur stórar ætlanir og brúkar nógvar pengar uppá rúmdargransking, at hava megnað hesa lendingina.

Nógv fjøll eru á "hinu síðuni" á mánanum, og kinesiska rúmdarfarið skal gera nógvar ymsar royndir og uppmátingar, áðrenn tað kemur aftur til jørðina. Kinesarar hava eisini sent ein fylgisvein í ringrás um mánan, fyri at kunna samskifta við mánafarið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo