Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Bøkur

Fríggjadagin 1. februar kl. 16 leggur Sprotin heimsins fyrstu kinesisku/føroysku orðabøkur fram.

- Hetta er fyrsta stig, og bøkurnar verða tá almennar sum hinar á Sprotanum. Síðan heldur arbeiðið fram, og bøkurnar fara at vaksa, sum tíðin líður.

- Vit settu okkum sum mál at náa tað, ið svarar til HSK 3, sum er ein altjóða førleikaroynd fyri útlendingar, ið læra seg kinesiskt. Skipanin er í seks stigum, og hildið verður fram við næstu stigunum beinanvegin.

- Skriftmálið, sum nýtt verður í bókunum, er ikki siðbundið kinesiskt, men einfaldað, sum verður mest nýtt nú á døgum. Ritstjórar eru Kimberly Joy Go Elambo, Jóhanna Magnusardóttir og Dávid Fossdalsá, sigur Sprotin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo