Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Útlendis ítróttur

Venjarin hjá Chelsea, Antonio Conte, heldur at kinesiska ligain er við at gerast ein hóttan.

Tað segði hann á einum tíðindafundi í dag í sambandi við at felagið Shanghai SIPG hevur boðið Oscar yvir 400 000 pund um vikuna.

- Tann kinesiski marknaðurin er ein hóttan fyri øll feløg í heiminum, ikki bara Chelsea, segði Conte sambært VG.

Chelsea-venjarin segði eisini, at tað er torført at matcha høgu lønirnar hjá kinesisku feløgunum. Tann dýrasti leikarin nú er brasilski Hulk, sum fór til Shanghai SIPG frá Zenit St. Petersburg fyri yvir 400 milliónir krónur.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo