Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Krutl

Kirk Douglas gerst bara eldri og eldri. Í dag fyllir maðurin einki minni enn 101 ár.

Í 1958 spældi hann víkingurin Einar í filminum The Vikings, sum ídni leikstjórin Richard Fleischer gjørdi í Noregi, Kroatia og Fraklandi. Tá segðist, at fleiri føroyingar spældu við sum víkingar.

Í einum nýggjum amerikanskum filmi, Trumbo, verður Kirk Douglas førdur fram sum ein hetja í McCarthy-tíðini. Tað er Dean O’Gorman, ið spælir Kirk Douglas í filminum, sum er um rithøvundan Dalton Trumbo. Hann varð raktur av arbeiðsbanni, tá Joseph McCarthy fór at skýra fólk kommunistar. Trumbo skrivaði handritið til filmin Spartacus, har Kirk Douglas hevði høvuðsleiklutin. 

Kirk Douglas varð føddur sum Issur Danielovitch 9. desember 1916 í býnum Amsterdam í statinum New York.

Ikki fyrr enn hann var 92 ára gamal, legði hann árarnar inn á yrkisleið sínari. Hann hevði tá yvirlivað eina tyrluvanlukku í 1991 og ein hjartatilburð í 1996.

Elsti sonur Kirk Douglas er nú 73 ára gamli sjónleikarin Michael Douglas.

Kirk Douglas hevur millum annað spælt við Champion frá 1949, The Bad and the Beautiful frá 1953, Lust for Life frá 1956, Spartacus frá 1960, The Heroes of Telemark frá 1965, Tough Guys frá 1986 og It Runs in the Family frá 2003.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo