- Eg gloymi aldri eitt andlit. Men í tínum føri fari eg at gera eitt undantak
- Groucho Marx
Minningarorð

Kirstin Rasmussen, Søldarfirði til minnis

9. februar 1936 - 10. juni 2018

Á lívsins mannagøtu vit ganga lið um lið,
summi fim og løtt á fóti,
so ymisk eru stig.
Summum lagnan berst ímóti,
øðrum lagnan blíð.
Streymi, logn og andróðri
vit øll rógva í.

Ei altíð var tín gøta sløtt
um lívsins reyn og skorð.
Hóast gøtan illgongd, brøtt,
tú leit teg á Guds orð.
Tú lærdi liva lívið glað
í náði Guds hvønn yrkadag,
var nøgd við lívsins kor.

Títt fjálga bros, títt andlitsbrá
bar boð um sælan frið,
sum einans fæst við Golgata,
tær lætti møðsom stig.
Í lyftum Guds tú stimbran fann
tú styrki fekk, sum dagur rann,
tað gav tær trúarfrið.

Birgit og Svenning av Lofti

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo