Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Jóladag, tá ið ódnin Urd herjaði kring landið, bleiv KJ á Kambsdali meint rakt av vindskaða. 

Tann niðara høllin av sølu og goymslubygninginum (gamli timburhandilin) fór í smildur.

Uppruddingararbeiðið byrjaði beinanvegin 2. jóladag, og tað hevur gingið bæði skjótt og væl. Stórur partur av vørugoymsluni er fingin til høldar, og stóru lutirnir liggja nú í goymslubygningi í Søldarfirði. Sølubúðin á Kambsdali er nú opin sum áður.

KJ letur uppaftur við fullari styrki mánadagin 2/1-2017.

KJ takkar hjartaliga fyri ta stóru og góðu hjálp, hesar strævnu dagar – frá sløkkiliði og fyritøkum, frá starvsfólkum og sjálvbodnum, sum beinanvegin komu til hjálpar fyri at bjarga tí, sum bjargast kundi, og rudda økið so skjótt og væl, sum til bar.  Uttan hesa hjálp slapst ikki so væl burturúr hesum.

Túsund takk øll somul, og gott nýggjár.

KJ

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo