Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Vinna

Týsdagin 5. novembur handaði KJ nýbygning nr. 53 til Bakkafrost.

Tvíkiljan, sum hevur fingið navnið Lambanes, verður heimahoyrandi í Lamba.

Lambanes er 15,5m long og 7m breið, hevur 2 høvuðsmotorar upp á 420 Hk, og ein 115 KVA ljósmotor. Av dekksútgerð kann nevnast ein Palfinger 50 tons/metur krani, eitt 15 tons dekksspæl, ein kapstanur upp á 3 tons og tveir upp á 1,2 tons.

Tvíkiljan er útgjørd við messu, WC, arbeiðs- og klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.

Undirveitarar eru millum annað: PFJ EL, Gummibátatænastan, Radiobúðin , Kári Jóhannesen og Sámal í Jógvansstovu.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo