Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Mynd: Vp.FO

Fleiri ferðir hevur í seinastuni verið nevnt, at tíðindaflutningurin er ov einsháttaður við einum stórum almennum kringvarpi og so nøkrum privatum miðlum, sum redaktionelt eru ov veikir til at geva KvF mótspæl. Hesin spurningurin fekk nógva umrøðu á fundinum.

Krøv setast um dygd
Rigmor Dam, landsstýriskvinna, segði, at langt er enn á mál at skapa nøktandi dygd í føroysku fjølmiðlunum. Hon helt, at tað almenna má tryggja, at avrikini í teimum miðlum, sum tað almenna játtar pengar til, eru fakliga haldgóð. Hetta skal gerast við at seta miðlunum krøv, eisini krøv um journalistiska útbúgving.

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, helt, at ójavnvágin við einum stórum almennum kringvarpi og fleiri smáum privatum miðlum er ósunn, tí hon skapar journalistiska einsrætting. Hann helt ikki, at lýsingar fara at styrkja privatu miðlarnar, og tí mugu politikarar tryggja størri javnvág í miðlaheiminum.

- Lýsingar fara ikki at lyfta teir privatu miðlarnar, og tí má tann politiski myndugleikin upp í leikin. Politikararnir skulu ikki ráða yvir fjølmiðlunum, men teir mugu styrkja fíggjarliga grundarlagið undir privatu miðlunum fyri at tryggja fjølbroytni í tíðindaflutninginum, segði Jørgen Niclasen.

KvF nú ein valdshavari
Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, vísti á, at fjølmiðlarnir skulu hava eftirlit við valdshavarunum, men nú KvF er vorðið lutfalsliga nógv sterkasti miðilin, er KvF sjálvt vorðið ein valdshavari í samfelagnum. Privatir fjølmiðlar geva ikki KvF nøktandi mótspæl bara við lýsingarkrónum, og tí mugu politikararnir upp í leikin, segði eisini hann.

Óluvá Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóðveldi, nevndi, at hon kendi mangan ikki politisku viðgerðirnar í tinginum aftur í tíðindaflutninginum, tí ofta er tíðindaflutningurin ónøktandi. Hon umrøddi møguleikan, at ein miðil aftrat kann verða settur á stovn, og at krøv í tí sambandi skulu setast um dygd. Ein nýggj útvarpsrás fer at hava tørv á 10-15 mió. kr., metti hon.

Fjølmiðlarnir vikna
Umleið 50 fólk vóru á fundinum í Miðlahúsinum, har eisini fjølmiðlafólk kjakaðust um framtíðina hjá miðlunum, og formaðurin í Miðlastuðulsnevndini, Magnus Dam, segði frá arbeiðinum hjá nevndini.

Føroysk Miðlafólk løgdu fram kanning, ið vísir, at stóru føroysku fjølmiðlarnir eru nógv minkaðir farnu 10 árini, samstundis sum hópurin av fríyrkisfólkum er nógv vaksin. Næststørsti hópurin í føroyska fjølmiðlalandslagnum eftir journalistiska starvshópin í KvF eru nú fríyrkisfólkini.  

Tilsamans hava 57 fólk í Føroyum journalistiska útbúgving, men 40 prosent av útbúnu journalistunum fáast als ikki við tíðindaflutning. Teir fáast við samskifti og annað. Spurningurin varð tí eisini settur, um samskiftið hjá stovnum, feløgum og fyritøkum styrkist, samstundis sum journalistikkurin viknar.

Føroysk Miðlafólk

Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

Mynd: Grækaris Djurhuus Magnussen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo