Nú á døgum eru tað bilarnir sum skulu vera av "góðari ætt"
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Ófatuligt so beinraki orðið Glíðibreyt kom inn í málinum um tá íð í ein meiriluti á Løgtingi kalt og kyniskt setti skapanar skipan Guðs út av spælinum og í staðin setti sína egnu skipan fram.

At ferðin á glíðibreytini fór at økjast var væntandi, men so skjótt, ótrúðligt. Nú eins og rubbast bondini um hinu kristnu í landinum, almenni fjølmiðulin kvf gongur á odda, hevur eins og áður sett ferð á sítt virksemið og avstøvar, Darwin og aðrar, til at framstanda langt framman fyri fedrana Guð og trúgv okkara, ganda orðið er, at tað teir siga er prógv fast, men nøvn vera ikki nevnd hvørjir prógv fastingarnir eru, bara skiftandi myndir av monnum á KVF skerminum, sum framføra hesar pástandir, teir undirvísa børnum okkara og okkum í.

Guð sigst ikki bert vera eitt ivamál, men ikki til yvirhøvur, hetta burdi eisini verið nevnt av krikjuministaranum sum skaðiligt fyri børn, í samband við at hon gremur seg um kristindóms undirvísingina í frískúlunum, sum nærmast tykist gera hana svøvnleysa og fleiri við henni, at børn í frískúlum eisini læra um ein livandi Guð og trúgv á hann, sum tann einasta.

Tað tekkst ikki feil av Bíblini í andaligum høpi, hon er tindrandi klár frá skaparans síðu. Teir og tey sum eru orsøk til at vit í Europa og Føroyum fingu hoyra gleðiboskapin, legg merki til hvussi torført orðið gleðiboðskapin, fyri hin kristna, er í samband við Darwinismuna, hon inniber als ikki nakran gleðiboðskap.

Men eitt av fyrstu brøvum í kom til Europa, eina samkomu í Rom, Rómverjarbrævi, innihelt vil eg siga prógvføst, prógvfastar útsagnir, sum ikki kunnu aftruvísast, høvundurin skrivar: ”Eg vil ikki brøður tit skullu vera óvitandi um m.a hvussi ofta eg havi viljað komið at vitja, men verið hindraður, og at eg standi í skuld bæði hjá Grikkum og barbárum, bæði hjá vísum og fákunnum standi eg í skuld. Eri eisini fúsur at boða gleðiboðskapin eisini fyri tykkum, sum eru í Róm.

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin, tí hann er Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, bæði fyri Jøda fyrst og síðan fyri Grikka.

Tí at rættvísi guðs verður opinbera av himni yvir alt guðloysi og alla órættferð hjá teimum monnum, sum køva sannleikan við órættferð;

Av tíð at tað, sum kann vitast um Guð, er eyðsýnt millum teirra, ti Guð hevur birt teimum tað.

Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki skapan heimsins, so menn einki skulu hava at orsaka seg við.

Tá íð teir, tó at teir kendu Guð, kortini ikki dýrmettu hann sum Guð ella takkaðu honum, men gjørdust fáfongdir í hugsanum sínum, og teirra óskynsama hjarta var hult í myrkri.

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir.

Og skiftu dýrd hins ódeyðuliga Guðs um við mynd, sum líktist deyðuligum manni, fuglum, ferføtum djórum og skriðkyktum.”

Guð fyrigev okkum og signa Føroyar.

Jóhs. M. Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo