Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa
Minningarorð

Tórshavnar kommuna: Kjartan Kristiansen var ein rættiliga sjónskur býráðsskrivari hjá Tórshavnar kommunu, frá tí hann tók við 8. juni 1970 til hann fór frá 30. juli í 1987.

Hann gjørdist rættiliga kendur eftir at býarplanurin varð gjørdur fyrst í sjeytiárunum og almenna byggisamtyktin fyri Tórshavnar kommunu varð samtykt, samstundis sum ein vegaætlan varð gjørd.

Hetta førdi millum annað til, at samráðast skuldi við eitt ótal av fólki um ognartøkur, til dømis tá Bøkjarabrekka, R.C. Effersøesgøta og Konmansmýra skuldu gerast.

Kjartan stóð fyri hesum arbeiði at útvega øki samsvarandi nýggju býarætlanini, og arbeiðið hepnaðist samanlagt væl. Kjartan sat sum sagt til 1987, tá Høgni Mohr tók við.

Kjartan andaðist í heiminum nú mánadagin, 77 ára gamal.

Jarðarferðin verður úr Dómkirkjuni leygardagin kl. 12.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo