Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Vinna

Á sumri 2020 fáa heimsins granskarar eitt amboð, sum teir neyvan høvdu torað at droymt um, til disposisjón.

Gevari er ein av ríkastu reiðarunum í Noregi, Kjell Inge Røkke, sum sigur at havið hevur givið sær nógv og nú vísur hann sítt takksemi við at geva samfelagnum bróðurpartin av síni ogn, sum er mett til 17,2 milliardir norskar krónur.

Gávan er eitt granskingarskip, sum eisini fer at kunna súgva upp plast úr sjónum og so brenna tað umborð.

Og Røkke hevur ikki ætlanir um at tjena eina krónu upp á prosjektið. Tvørtur ímóti. Hann skal rinda eitt ókent krónutal av byggikostnaðinum og fíggja raksturin av skipinum, við eini manning á 30 og við plássi til 60 granskarar, úr egnum lumma.

Sí video her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann