Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Onnur tíðindi

Umboðsmaðurin hevur viðgjørt eina klagu um innlit í skjøl hjá Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku í Klaksvík og um handfaringina hjá Klaksvíkar kommunu av hesi innlitsáheitan.

Umboðsmaðurin helt ikki, at viðgerðin av málinum var nøktandi og gav Klaksvíkar kommunu eina átalu fyri handfaringina av innlitsmálinum.

Av tí at klagarin hevði fingið svar frá Sjálvsognarstovninum undir Kráarbrekku, gjørdi umboðsmaðurin ikki meira við málið.

Sí álit her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo