Lívið er eitt baks, men um tú dugir eisini at flenna at tí, so eigur tú gávuna at njóta tað
- Selma Hayek
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Heimafriður: Hóast Heimafriður í morgun heitti á Klaksvíkar kommunu og havn um at skipa soleiðis fyri, at skipini larma sum minst, so hirðir hvørki kommunan ella Klaksvíkar havn at svara til borgarar sínar.

Tað er nevniliga soleiðis, at tað ger ikki tað sama fyri larmin, hvønn veg eitt skip vendir. Eitt av skipunum við bryggju í Norðhavnini, Lazurnyy, larmar munandi verri, tá hann liggur við bagborðssíðu til.

Hetta hevur Heimafriður gjørt myndugleikarnar í Klaksvík varugar við, men teir látast ikki um vón.

Ein bátur fór frá bryggju seinnapartin, og tá loðsbáturin var har kortini, mátti verið so líka til at vent Lazurnyy. Hetta bleiv tó ikki gjørt, og borgarar í Ánunum mugu ígjøgnum enn eina nátt við ekstremum gangi.

Fleiri og fleiri borgarar í Ánunum gera nú vart við seg, tí tey hava ikki fingið hvíld í vikuvís.

Í løtuni liggja fýra russisk skip í Norðhavnini, og Heimafriður hevur fingið klagur frá fleiri borgarum.

Heimafriður heitir enn einaferð á Klaksvíkar kommunu um at steðga ganginum umgangandi til frama fyri Heimafriðin hjá borgararunum í kommununi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo