Borgarlig og sosialistar eru sum kona og maður. Skilja ikki altíð hvønn annan, men fáa allíkavæl húsarhaldið at hanga saman
- Ókendur
Lesarin skrivar

Tað stóra gjøgnumbrot, sum Kvívíkar kommuna og tær í Vágum framdu fyri meira enn14 árum síðani, hevur seinni árini tíðanverri mangan tikið seg upp sum eitt klandursmál. Tingfólk klandrast nú um ein undirsjóvartunnil, sum er gjørdur og goldin. Ein sólskinssøga, sum vit eiga at fegnast um, og sum eigur at hava ein lukkuligan enda, soleiðis sum allar sólskinssøgur hava.
 
At málið um Vágatunnilin eftir áralangari mótstøðu kom ígjøgnum í síni tíð, stóðst einans av, at vágafólk sjálvi komu og buðu seg fram at  rinda bummgjald til byggilánið var liðugt goldið.

Tað var og er óhoyrt í Føroyum, at nakar skal gjalda fyri at koyra ígjøgnum tunlar ella eftir landsvegum yvirhøvur; men støðan í Vágum var tá blivin so ómøgulig við út av lagi vánaliga sambandinum um Vestmannasund, at vágafólk samdust um, at um landið vildi gera undirsjóvartunnilin, so skuldu tey hjálpa til og  betala bummgjald til lánið til byggingina var niðurgoldið.

Hóast røddir talaðu ímóti, so skiltu allir føroyingar, hvat málið snúði seg um, og at vágafólk saman við øllum øðrum á henda hátt tóku eitt stórt og óvanligt stig, sum tó hevði tað ljós fyri framman, at vit nøkur ár seinni kundu koyra ókeypis millum Streymoy og Vágar.

At bummgjaldið skuldi verða  ein ævigheitsavtala kom als ikki fram í samráðingunum. Tað kom ikki nøkrum til hugs, at "onkur", sum frá leið, yvirhøvur kundi finna upp á at krevja slíkt ella at vevja ymisar aðrar útreiðslur uppí.

Sum árini líðu, og Norðoyatunnilin eisini varð gjørdur, byrja nakrir løgtingslimir at rógva uppundir, at bummgjaldið kann verða ein gevandi pengamaskina til teirra mestsum altíð fjarandi landskassa.  Teir royna at kalla tað brúkaragjald; men tað er ikki brúkaragjald, tá tú koyrir í egnum bili. Ei heldur er nakað brúkaragjald, tá tú siglir um firðir og sund í egnum báti. Siðvenja her á landi er at rinda brúkaragjald, tá vit seta okkum í ein bil, buss ella ferðamannaskip og ONNUR føra okkum úr einum stað til annað á landi, sjógvi - og í undirsjóvartunlum.

Bummgjaldið bleiv einans sett í verk fyri at gjalda lánið - fyri at fáa Vágatunnilin og soleiðis fáa loyst vána ferðasambandið um Vestmannasund. Soleiðis skuldi sáttmálin skiljast frá fyrsta degi. Um lógarteksturin ikki er at skilja í dag, ellar onkur við tíðini hevur gjørt hann torskildan, so er bara at gera hann til tað, sum meiningin alla tíðina  var við honum.

Lánið varð liðugt goldið fyri nærum 2 árum síðani. Nevndin, sum hevur skil á øllum og kennir best til støðuna, hevur samtykt at taka bummgjaldið burtur í desembur í ár. Nevndin hevur gjørt sítt arbeiði, byggisáttmálin er avgreiddur fyri allar partar, og Vágatunnilin kemur so undir landsins vegakervi.

Um løgtingið ynskir at savna pening inn til vegir, viðlíkahald o.a., so er rættast at leggja eitt fast gald út til allar skattaborgarar. Hetta verður tikið beinleiðis av lønarkonto, soleiðis sum gjørt er við kringvarpsgjald, heilutrygd o.o.

Um vit hugsa um tey lágløntu, kann gjaldið t.d. setast til 0,1%. Tann sum forvinnur 10.000 kr. um mánaðin rindar 10kr, tann, sum fær 20.000 kr. rindar 20 kr. o.s.f.v. Eg trúgvi ikki, at nakar føroyingur hevði sett seg upp ímóti eini slíkari avgerð. Heldur ikki um gjørt varð tað sama fyri Strandfaraskip Landsins.

Bara sum ein samanbering kann nevnast, at barsilskipanin fær 0,65 %, og verður tað mett at geva 100.000.000 kr í 2016.

Latið ikki undirsjóvartunlarnar halda áfram at vera eitt klandursmál, men gerið, sum nevndin hevur samtykt, so Vágatunnilin kann verða knýttur í landsvegakervið, áðrenn árið er runnið.

-  Soleiðis kunnu tit tá ynskja øllum landsins borgarum eini gleðilig jól – og eitt uppaftur gleðiligari nýggjár.

Magna Reid Joensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo