Tú keypir ikki eini hús, men tú keypir grannar
- Turkiskt orðatak
Lesarin skrivar

Gulllaksastovnurin er ein felags stovnur, sum strekkir seg úr Barentshavinum, ígjøgnum Skagerakk, Norðsjógvin, vestan fyri Skotland og Írland, til Føroyar og víðari til Íslands, S. Grønland, Kanada, Grand Bank og George Bank. So tað er eitt sera stórt øki.

Gulllaksur er ein semipelagiskur fiskur. Nøkur ár er Gulllaksurin meira uppi í sjónum, enn onnur ár.

Eg fiskaði gulllaks, seinru helvt í nítiárunum. Og tosi ofta við menn, sum fiska Gulllaks.

Tey árini Gulllaksurin er meira uppi í sjónum, er altíð minni at fáa hjá skipinum.

Gulllaksur ferðast nógv og er sera nógv ávirkaður av veðrið. Tá sjask- ella illveður er, spjaðist hann meira og fer meira upp í sjónum. Harafturat hevur gulllaksurin eisini ein dagliga rýtmu, har hann er meira uppi í sjónum um náttina, tá myrt er, og kemur niður á botn aftur í lýsingini, tí er sum oftast  mest at fáa teir ljósu mánaðirnar á árinum.

Gulllaksurin er ringur at fiska. Ongin veit nær og hvar hann kemur niður á botn. So man má vera á rætta stað, røttu tíð. Tá hann kemur niður á botn.

Um veturin, tá ið dagarnir er stuttir, er eisini oftari illveður, og tá lønar tað seg ikki at fiska gulllaks.

Gulllaksaveiðan við Føroyar byrjaði seinast í áttatiárunum. Tey fyrstu árini var ikki nakað serliga nógv roynt. Í 1990 er tað fyrsta árið sum Hagstovan hevur tøl fyri hvat bleiv landað, og hetta árið fiskaðu vit 2.885 tons og í 1991 vóru bert landað 59 tons. 1992- 93 og 94 lá veiðan um 1.000 tons um árið.

1995-96-97 var fiskað ímillum 7.000 og 10.000 tons, í 98 vóru fleiri skip og bleiv tá fiskað 15.900 tons.

Fram til 2005 lá so veiðan ímillum 3.500 og 10.000 tons.

Fyri ikki at niðurfiska gulllaksastovnin, kom Havstovan  í seinru helvt av nítiárunum við tilmæli um veiðunøgd og teir tilmæltu eina veiðu á 21.000 tons. MLV bleiv tó ikki ásett fyrr enn í 2013.

Frá 2006 hava tað bert verið 6 skip – 3 pør, sum hava havt loyvið at fiska gulllaks, so veiðitrýstið hevur verið javnt tey seinastu 10 árini.

    2006 vóru     12.370 tons fiskað
    2007 vóru     13.437 tons fiskað

Sum við øllum fiskaríið, so eru ójøvn ár og frá 2008 – 2011 vóru 4 góð ár, tá  var veiðan:

    2008 vóru     19.249 tons fiskað
    2009 vóru     19.770 tons fiskað
     2010 vóru     19.190 tons fiskað
    2011 vóru     18.712 tons fiskað

30. august 2012 stendur á heimasíðuni hjá Havstovuni.

Gulllaksur MSC-góðkendur
Vinnan, sum fiskar gulllaks undir Føroyum, hevur í mong ár arbeitt miðvíst við ætlanini um, at hesin fiskiskapur skuldi góðkennast sum verandi burðardyggur. Havstovan hevur verið við í hesum arbeiði og millum annað gjørt eina stovnsmeting av gulllaksi. Hetta fyrimyndarliga samstarvið millum vinnuna og Havstovuna hevur nú ført við sær, at fiskiskapurin eftir gulllaksi í føroyskum sjógvi nú hevur fingið MSC-góðkenning. Góðkenningin gevur vinnuni møguleika at selja gulllaksavørður til betri prís enn frammanundan, og væntandi kemur hetta at verða eitt økt fíggjarligt íkast hjá vinnuni.
 
MSC-góðkenningin av gulllaksi er eitt dømi um, at tað loysir seg at fara væl um fiskastovnarnar, og at tað gevur besta úrslitið sum frálíður. Tí er alneyðugt, at varða um gulllaksin í framtíðini, soleiðis at ein slík góðkenning ikki gleppur okkum føroyingum av hondum. Vónandi verður hendan MSC-góðkenningin ein íblástur hjá øðrum pørtum av føroysku fiskivinnuni.

 
Aftan nøkur góð fiskiár minkar fiskaríið altíð aftur, og í 2012 minkaði veiðan           

     2012 vóru     13.944 tons fiskað

Nú hendur so nakað løgi.

Í 2013 verður Gulllaksaveiðan kvoterað, og beinanvegin byrjar Havstovan at koma við tilráðingum um at minka um veiðuna.

    kvotan fyri 2014 bleiv ásett til     16.000 tons
    í 2015 minkaði kvotan so til     14.400 tons
    og kvotan fyri 2016 bleiv bert     13.000 tons

Veiðan síðan MLV bleiv ásett hevur verið:

     2013 vóru     14.139 tons fiskað
    2014 vóru     11.902 tons fiskað
    2105 vóru     14.092 tons fiskað
     2016 vóru     13.150 tons fiskað

Bert ein frágreiðing, um at skipini hava fingið minni pr. troltíma, onki um at fiskurin til tíðir er nógv uppi í sjónum. Og at besta leiðin er stongd, ella einastu tøl sum fiskifrøðingarnir hava, eru frá skipunum. Onki um at gulllaksurin er ein felagsstovnur. Og onki um hvussu nógvar mill. tons hann er.

Eitt stongt øki vestanfyri, sum gulllaksa skipini hava havt loyvi at fiska á djypri enn 200 favnar í umleið 10 ár, bleiv eisini stongt aftur í 2014. Hetta var tað økið, sum var mest at fáa í, og har var bert stórur gulllaksur.

At fiska tann størsta fiskin, er altíð tað besta fyri stovnsrøkt. Men sum nú er, sleppa skipini ikki at fiska tann størsta gulllaksin og vera noydd at fiska smærri gulllaks, sum er tað ringasta fyri allar parta, bæði fyri skip, manning og gulllaksastovnin.

Eg havi hugt eftir tølum, frá Ísland og Noegi:

Í Ísland var heildarveiðan:
     2011/ 2012      8.410 tons
     2012/2013     11.039 tons
    2013/2014     7.243 tons

Noreg hevur eisini kvotu á gulllaksi:
    2008 til 2015 var MLV’ið    12.000 tons
    2016 var MLV’ið    13.047 tons

Tosaði við ein sum er skipari á norskum trolara, hann segði mær, at teir høvdu havt gulllaksa kvotu í nógv ár. Men teir høvdu ongantíð fiskað kvotuna. Hann visti bert um ein trolara, sum hevði fiskað sina gulllaksa kvotu tað eina árið.

Havi fingið tøl, sum vísa at frá tí at skipini loysa frá kai, til teir eru inni aftur, er trolið umleið helvtina av tíðini í sjónum. Restin av tíðini fer við sigling, leiting og liggja bakk. Skipini fiska bert gulllaks frá apríl til oktober.

Aftur til burðardygga útgangsstøði hjá Havstovuni frá 2008-til 2012, tá teir meta og MSC meta at nú er veiðan burðardygd og sum áður nevnt bleiv fiska millum 19- 20.000 tons fleiri av hesum árunum.

Hví setur so Havstovan beinanvegin við tilmæli um at minka veiðuna, og sum í fjør endaði niðri á 13.000 tonsum.

Alt er møguligt verður oftani sagt, men er tað møguligt hjá okkum, at niðurfiska ein felags, semipelagiskan gulllaksastovn, sum strekkir seg frá Noegi heilt vestur um Nova Scotia til George Bank.

Við 3 pørum, sum tilsamans hava trolið á havsins botni, umleið 6.500 tímar um árið og gulllaksurin er ein stóran part av tíðini upp frá botni?

Kann Havstovan gera neyvar stovnsmetingar á henda stóra fiskastovn, út frá teimum fáu tølunum hjá hesum trimum pørunum sum veiða bert í tríggjar mánaðir um árið.

Hvat er grundgevingin hjá Havstovuni fyri at kvotan er sett niður?

Havstovan kemur við tilmælið til Fiskimálaráðið, og í Fiskimálaráðnum er fult av fiskifrøðingum, sum skuldu hugt eftir, um grundgevingarnar sum Havstovan kemur við er ílagið, fyri at seta kvotuna niður.

Vit hava roynt kvotur á botnfisk. Tað riggaði ikki og máttu avtakast mitt í einum kvotaári.

Tað sær út til, at ongin stýring er á gulllaksa kvotunum

Vestmanna 03-02-2017
Eyðun Hansen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo