Eg havi lært hesa mótsøgn, at um tú elskar, til tú fært ilt, so hvørvur pínan, og kærleikin verður eftir
- Móðir Teresa
Onnur tíðindi

Í dag hevur klimapanelið hjá ST, IPCC, lagt fram nýggju frágreiðingina.

Granskararnir sum hava skrivað frágreiðingini eru so at siga samdir í, at tað verður ógjørligt at halda hitan á Jørðini vandaleysum støði uttan at broyta, hvussu vit framleiða mat, og hvat vit eta.

Broytingar í landbrúkinum mugu til fyri at minka um klimaútlátini, sambært frágreiðingini.

UM 72 prosent av jørðini verður brúkt til at framleiða mat og klæðir til eitt støðugt vaksandi fólkatal, sambært frágreiðingini.

Tey seinastu hundrað árini er fólkatalið vaksið frá 1,9 til 7,7 milliardir.

Jørð-, skógur- og annað landbrúk er orsøk til ein fjórðing av klimagassútlátinum, og gevur eisini økta slitasju og færri organisk evni í jørðini. Og hesir trupulleikarnir fara bara at økjast í framtíðini, ávara granskararnir.

Tað skrivar NRK.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo