Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Krutl

Í heystfrítíðini vóru trettan tannáringar á filmsskeiðnum Klippfisk Bootcamp, sum Klippfisk skipaði fyri í samstarvi við Tórshavnar kvøldskúla.

Luttakararnir fingu undirvísing frá fleiri av okkara fremstu filmsfólkum í at skriva leikrit, leikstjórna, framleiða, filma, seta ljós, gera ljóð, sniðgeva og klippa. Tey gjørdu síðan endafilmin "Setanarsamrøðan" í felag, har tey sjálvi stóðu fyri allari filmsframleiðsluni frá byrjan til enda.  

Sjónleikarar: Juliett Nattestad, Torkil Tórgarð og Beinta Haraldsen Leikstjóri: Felisia J. Helmsdal Framleiðari: Pól Johannus Larsen Fotografur: Fríði Birgisson Olsen B-fotografur: Adrian B. Magnussen Ljóðfólk: Sólja Kallsberg og Randi Johannesen Ljósfólk: Jóhannis Erlendsson Upptøkuleiðari: Jens Eli Ólasson Framleiðslusniðgevar: Anna Joensen-Næs og Sølvi Næs Hoydal Klipparar: Adrian B. Magnussen, Randi Johannesen og Jóhannis Erlendsson Rennari: Petur Fjallsbak Klappari: Dina Poulsen Fyrireikarar og undirvísarar: Beinta Haraldsen Jonas í Dali Wagner Rógvi Rasmussen Andrias Høgenni Barbara Hilduberg Rakel Helmsdal.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo