Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Vinna

«Flying-V» fer at brúka 20 prosent minni brennievni og ferðafólkini sita í veingjunum.

Niðurlendska flogfelagið kunngjørdi síðsta mánadag í tíðindaskrivi at tað fer at fíggja byggingina av flogfarinum við futuristiska designinum.

Avgerðin kemur sum aftursvar til tørvin á at minka um klimaútlátið hjá flogvinnuni.

– Tey seinnu árini hevur KLM ment seg til at gerast leiðandi innan burðardygd í flogvinnuni, sigur ovasti stjórin í KLM, Pieter Elbers, sambært tíðindaskrivi.

Flogfarið kann setast í vinnuliga flúgving millum 2040 og 2050, sambært CNN.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo