Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Vágatíðindi

Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways og Anita Wagner Feddersen, stjóri fyri KLM í Danmark og Íslandi skrivaðu í gjár undir CodeShare avtalu millum bæði flogfeløgini. Mynd: Benjamin Hansen

KLM og Atlantic Airways hava skrivað undir eina CodeShare avtalu. Talan er um nýtt, slóðbrótandi samstarv í føroyskum høpi, tí tað merkir, at fleiri av høvuðsrutunum hjá Atlantic Airways fara, umframt egin flognummur, eisini at bera KLM-flognummur og harvið kunnu ferðafólk úr øllum heiminum ferðast allan vegin til Føroyar við KLM.

Avtalan inniber harvið eisini, at Føroyar eru settar á sølulistan á øllum 165 ferðamálunum hjá KLM um allan heim.

“Vit eru sera fegin í dag, tí hendan slóðbrótandi avtalan er eitt úrslit av miðvísum arbeiði gjøgnum longri tíð. Atlantic Airways arbeiðir áhaldandi við at knýta Føroyar nærri umheiminum, og hendan avtalan er eitt stórt fet rætta vegin. KLM er eitt av størstu altjóða flogfeløgunum, og við avtaluni knýta vit Føroyar upp í hetta risa netverkið, sum KLM hevur og gera harvið vøkru, fjarskotnu oyggjar okkara meiri atkomuligar enn nakrantíð fyrr, og tí er hetta eitt slóðbrótandi fet á leiðini í menningini av Føroyum sum ferðavinnulandi,” sigur Jóhanna á Bergi, stjóri í Atlantic Airways.

KLM, sum hevur høvuðssæti í Hollandi, er eitt tað elsta og størsta flogfelagið í heiminum.

Anita Wagner Feddersen, stjóri fyri AirFrance KLM í Danmark og Íslandi, sigur í viðmerking:

”Vit eru sera fegin um at víðka tað frammanundan góða samstarvið við Atlantic Airways og á tann hátt styrkja okkara norðurlendska netverk. Hendan nýggja avtalan fer at geva okkara ferðandi nógv meira smidleika.”

Avtalan kemur í gildi 24. januar 2019.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo