Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela
Útlendis ítróttur

Sunnudagin fór Liverpool undir samrøður við rágevarnar hjá  Jürgen Klopp við tí í hyggju at týskarin yvirtekur venjarastarvið á Anfield, skriva bretskir miðlar.

The Guardian og Daily Mail skriva at Klopp kemur til Merseyside í morgin. Fríggjadagin verður roknað við at hann verður presenteraður sum nýggi venjarin hjá Liverpool.

Liverpool trýr at tann karismatiski venjarin kemur til Anfield, og er felagið longu farið undir fyrireikingarnar til tíðindafundin, tá ið Klopp verður prensenteraður, skrivar Daily Mail.

Klopp fær tilboð um ein trý ára sáttmála. Túskarin hevur gjørt greitt at hann vil hava við sær assistentarnar Zeljko Buvac og Peter Krawietz, men tað eru fleiri sum eisini vilja tað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo