Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Krutl

Fólkakirkjan/Armgarð Arge: Tí meining má vera í tí heila? Ella?

Fyrr, tá mamma, omma, pápi og abbi vóru ung, so varð mann forelskaður. Altso forelskaður, ikki bara hetta:

”vit tosa gott saman”
”hava góða kemi”
”vit fáa at síggja, hvat eg fái burturúr”!

Nei, mann varð forelskaður, og tað var hildið loyniligt leingi – ikki sum í dag, har allar myndir av øllum eru allastaðni á netinum, bæði við og uttan klæðum. Í dag havi eg ein sjeik, til eg fái ein annan. Eg havi eisini ein køk, til eg fái ein annan, og ein bil til eg fái ultimativa fýrahjólstrekkjaran fyri 800.000 kr. Eg fari við øllum til Mallorca, til vit einaferð fara til Maldivurnar ella til Australia…

Ná, men aftur til mammu og tey… Tey vóru trúlovaði, sótu ytst í góðu stovu og tosaði høfligt við komandi verforeldur og varð máldur og vigaður. Tey vóru gift við myrtum í slørinum, og onkuntíð, ella ofta, so fingu kvinnur tá børn, tá tær høvdu verið við uppávegin í bara 6 mánaðar, men tað var so tað.

Gentur høvdu lært at seyma rullipylsu, brodera navn í seingjarklæði, knoða breyð og taka slakt upp. Mann var ein góð kona, ein røsk kona. Maðurin var kanska rættur innløgumaður, úti á havinum, burtur í haga.

Hann hevði mappu og kamb í reyvalummanum… og var nøkur meining?

Spurdu tey eftir meining? Vóru tey glað og nøgd við ”at nú hava vit aftur fingið ein dag”?

Kanska? Høvdu tey nakað alternativ?

Var alt berar fasadur? Nú varð mann har, mann var var og ongin útvegur fanst?

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo