Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Krutl

Armgarð Arge skrivar klummu: Vit hava okkara sansir, sum stýra og vegleiða okkum. Granskarar hava staðfest, at vit menniskju finna okkara maka við ótilvitað at lukta hann ella hana. Lukturin ger av, hvønn eg verði góð við.

Sjónvarpsrøðir í hópatali vísa, hvussu illa gongst at para fólk eftir teirra data, ynskjum og hvat teirra áhugamál eru. Óansæð, hvussu vit kunnu hugmynda okkum ein maka og seta upp ein lista við krøvum, hvussu mín maki skal síggja út og vera, so er tað nøsin, sum ger av, hvønn eg verði góð við.

Somuleiðis, tá vit fáa eitt barn. Angin av nýfødda barninum er heilt fantastiskur, og mann kann bara sita og verða heilt burtur í hesum heilt serstaka anganum. Kanningar vísa, at flestar mammur kunnu lukta í eini toyrúgvu, hvat plagg júst hennara barn eigur. Tey, sum hava gingið í nunnuskúlanum, tá eg var barn, vita, hvussu skúlin og roykilsi í gomlu katólsku kirkjuni anga. 

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo