Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Í vikuskiftinum hava 120 úlvar ymsa staðni frá verið á legu í Leirvík. Teir hava sovið inni, men annars hava teir rokast úti alla tíðina bæði við skótakynstrum, hugna og legubáli. Teir hava klintrað, tendrað bál, siglt við kano og nógv annað. Eisini hava teir etið allar máltíðirnar uttan

dura, hóast veðrið ikki allatíðina hevur verið tilvildar. Hetta kann man kalla at herda børn, ella at skapa kná børn.

Í kirkjuni í dag luttóku allir hesir úlvarnir, saman við teirra dugnaligu leiðarum, við at bera fløgg, lesa bønirnar og vera klokkari. Ein leiðari var deknur og ein annar urguleikari.

Tá ið øll so í felag sungu “Knáir úlvaungar standa, verja borg og búð og stað”, kundi eg ikki lata vera við at hugsa um ráðstevnuna “Kná børn”, sum var fríggjadagin.

Skótaarbeiðið er so sanniliga við til at leggja góðar lunnar undir okkara unga ættarlið og skapa kná børn.

 

Sólrun Foldbo, bólkaráðsforkvinna
Leirvíks Páll

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo